änglamark Heilsa og náttúra úr nýggjum sjónarhorni
Ú
rvalið av vørum frá Änglamark økist dag frá degi. Í dag eru vørurnar at fáa í at kalla øllum bólkum av húsarhaldsvørum. Men kanska vita ikki øll, hvat Änglamark stendur fyri, og kanska enn minni, hvat slag av húsarhaldsvørum, talan er um.
Náttúran hevur stóran leiklut Eitt eyðkenni fyri vørurnar frá Änglamark er tann natúrliga framleiðslan, ið liggur aftanfyri. Fyri dyrkaðu vørurnar, grønmeti, frukt o.a.tíl. er galdandi, at hvørki handilstøð ella kemisk evni ímóti eitt nú skordýrum o.ø. smáverum verða nýtt. Hetta kann hava við sær, at eitt nú súrepli og onnur frukt og grønmeti fyrr enn annars kunnu síggja eitt sindur skropnað út. Kanska er laksurin heldur bleikari enn annars, og sitrónirnar tykjast kanska skjótari spiltar. Men aftur fyri fært tú matvørur, sum allar hava sín uppruna í náttúruni sjálvari.
Tann avgerandi munurin Einsæris hava vit kanska ilt við at síggja tann mun, sum vit í felag kunnu gera. Tí hevur tann samlaða undirtøkan fyri natúrligum úrvalsvørum stóran týdning fyri, hvat ið vit kunnu loyva okkum at hava á handilshillunum. Áhugin fyri vistfrøðiligu vørunum, og serliga teimum frá Änglamark, er í stórum vøkstri, og hetta ger, at úrvalið av hesum vørum veksur samsvarandi. Ein íløga í heilsu til frama fyri okkum sjálv, børn okkara og náttúruna er tann framtíðaríløga, sum ger munin.
Úrvalið av Änglamark-vørum veksur støðugt. Tú fært hópin av grønmeti og frukt, drykkir, grýn og mjøl, pylsur, kjøt, ost, marmulátur, kaffi, umframt aðrar gerandis húsarhaldsvørur, so sum vørur til reingerð, kropsrøkt o.a.m. Vitjið Keypssamtøkuna og síggið tað stóra úrvalið. Tað er eina vitjan vert.
Bláu húsarhaldsvørurnar frá Änglamark eru valdar út við størsta umhugsni – hvørki parfuma ella litevni eru latin í. Allar vørur í røðini eru framleiddar við tí í huga, at fara so væl við umhvørvinum sum gjørligt. Tí sært tú Svanamerkið á nógvum av hesum vørunum. Leita eftir tí bláa ä-num um tú vilt tær og tínum, og harumframt umhvørvinum væl.
Gráu vørurnar í Änglamark-røðini eru til persónligu røktina. Allar hesar vørur eru av hægstu dygd, við hvørki parfumu, litevnum ella øðrum óneyðugum innihaldsevnum tilsettum. Leita eftir tí gráa ä-num um tú vilt tær og tínum, og harumframt umhvørvinum væl.
Grønu vørurnar í Änglamark-røðini eru vist-frøðiligar. Tær eru merktar annaðhvørt við tí reyða danska vistfrøðimerkinum, tí hjá ES, ella báðum tveimum. Vit veita trygd fyri, at dygdin og smakkurin altíð eru í hásæti. Leita eftir tí grøna ä-num um tú vilt tær og tínum, og harumframt umhvørvinum væl.
GRAMAR • 609000 • www.gramar.fo
Úrvalið veksur